Her fáa tey eisini frítíðarkort

Her fáa tey eisini frítíðarkort
Børn og ung á Tvøroyri fáa eisini frítíðarkort um ársskiftið. Tað boðaði Javnaðarflokkurin á Tvøroyri frá á sínum facebookvanga í gjárkvøldið
 
13.11.2019 - 08:36

Á fíggjarætlanini hava vit sett 2000 krónur av til eitt ognarkort til hvønn borgara millum 0 og 17 ár. Børn og ung ráða sjálvi fyri, hvussu kortið verður brúkt eftir teirra egna áhuga.

Tað skrivar Javnaðarflokkurin á Tvøroyri, sum eisini situr í meiriluta í Tvøroyrar býráð.

Runavíkar býráð samtykti eina líknandi skipan fyri tveimum vikum síðani - í fyrstu syftu sum royndarskipan. Nakrar dagar seinni boðaðu grannarnir í Nes kommunu frá, at tey somuleiðis fara undir átakið.

Frítíðarkortið er eitt persónligt ognarkort, sum kann nýtast til ítróttar-, mentanar- og frítíðarøkinum. Virðiskortið er skattskyldugt, siga TAKS og løgfrøðiligur ráðgevi, sum Runavíkar kommuna hevur tosað við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740