- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður
Løgtingsgrannskoðararnir mæla tinginum til at góðkenna landsroknskapin fyri 2018, men teir hava fleiri viðmerkingar, átalur og áheitanir um at fáa viðurskiftini í rættlag, sum landsgrannskoðanin og privatir grannskoðarar eisini hava víst á.
Løgtingsgrannskoðararnir vísa serliga á, at landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður, m.a. tí at nakrir stovnar og grunnar eru ikki við í fíggjarlógini, landsroknskapinum ella í fíggjarstøðuni, og at tølini í summum roknskapum samsvara ikki við landsroknskapin.
Málið um Asfaltverkið á Sundi fær eisini umrøðu í uppskotinum frá løgtingsgrannskoðarunum, sum vísa á, at Landsverk hevur skuldarbundið landið við langtíðarleigumáli, sum roknskaparliga eigur at verða viðgjørt sum keyp.
Løgtingsgrannskoðararnir leggja eisini dent, at fíggjarstýringin av útbyggingini av landssjúkrahúsinum hevur ikki verið nøktandi, og at útreiðslurnar til verkætlanina eru nógv størri enn ætlað.
Og løgtingsgrannskoðararnir vísa eisini á, at grannskoðarin tekur fyrivarni í roknskapinum fyri sjúkraviðgerð uttanlands, sjúklingahotellið Tórshavn, útbyggingina av Landssjúkrahúsinum og roknskapinum um serstakan heilivág á sjúkrahúsunum.