Sóknast eftir greiðari endamálsorðing

Sóknast eftir greiðari endamálsorðing
Føroya arbeiðsgevarafelag vil hava politikararnar at gera av, hvat Bústaðir skulu byggja
Hvat skal Bústaðir byggja? Tað eigur politiski myndugleikin at taka støðu til, heldur Arbeiðsgevarafelagið
 
26.11.2019 - 08:31

Er endamálið við Bústøðum at breiða seg um allan leigumarknaðin, líka frá bílig­um lestrarbýlum til stórar og dýrar marglætisbústaðir, ella skal endamálið hjá Bústøðum av­mar­­kast til eitt ávíst slag av leigubústøðum? 

Tað eigur politiski myndug­leikin at taka støðu til, heldur Arbeiðsgevarafelagið. Tað eigur at verða púra greitt, hvørjar leigubústaðir, tað almenna skal útvega og reka, sigur felagið. 

Hetta stendur í einum hoyringarskrivi í sambandi við, at Fíggjarmálaráðið ætlar at leingja freistina at søkja um at fáa meirvirðisgjaldið fyri at byggja leigubústaðir aftur.

Freistin longd eitt ár

Men freistin verður bara longd eitt ár, tí næsta ár kemur landsstýrið við einum bústaðarpakka, sigur tað.

Tey, sum byggja ella umbyggja ein bygning til leigubústaðir fyri meira enn 200.000 krónur, kunnu fáa endurgoldið inngangandi meirvirðisgjald av byggikostnaðinum.

Treytin er tó, at talan er um í minsta lagi tveir bústaðir, og fólk í koyristóli skal kunna brúka annan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091