Stjórin á Vørn gevst

Stjórin á Vørn gevst
Elmar Højgaard, ið hevur verið stjóri á Vørn síðani 2013, fer nú frá fyri aldur
Stjórin á Vørn, Elmar Højgaard, fer frá fyri aldur
 
05.12.2019 - 11:49

Elmar Højgaard fer nú at gevast sum stjóri hjá Vørn. Hann fer frá fyri aldur. Elmar Højgaard fylti 70 ár herfyri. Elmar Højgaard gjørdist stjóri á Fiskiveiðueftirlitinum í 1997.

Elmar Højgaard bleiv forstjóri á nýggja stovninum, Vørn, tá Tilbúgvingarstovnurin, MRCC/Tórshavn Radio og Fiskiveiðueftirlitið vórðu løgd saman 1. januar í 2013.

Men Elmar Højgaard hevur verið í tænastuni í yvir 40 ár, síðani 1976. Søkt verður nú eftir stjóra til Vørn. 81 fólk arbeiða hjá Vørn.

Játtanin, stovnurin fær, er 63 milliónir krónur. Umsóknarfreistin er 3. januar næsta ár á middegi. Elmar Højgaard verður stjóri hjá Vørn, til nýggi stjórin tekur við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776