Fólk komin úr Danmark at kanna skottilburð

Fólk komin úr Danmark at kanna skottilburð
Politifólk og rætsmedisinari eru komin at kanna skottilburðin í Miðvági mánakvøldið
Seks politifólk og ein rætsmedisinari eru komin til Føroya. Tey skulu kanna skottilburðin í Miðvági
 
11.12.2019 - 12:54

Sjey fólk komu úr Keypmannahavn til Føroya í gjár at kanna skottilburðin í Miðvági mánakvøldið Talan er um seks politifólk og ein rættarmedisinara.

Politiið í Keypmannahavn og Ríkispolitiið kanna tilburðin. Politiið í Føroyum kann ikki kanna seg sjálvt, sigur Michael Boolsen, fúti.

 >> SÍ EISINI Skottilburður í Miðvági

Tá kanningin er liðug, verður hon løgd fyri statsadvokatin, sum so avger, hvat víðari skal henda.

Den uafhængige politiklagemyndighed, sum kannar politiið í Danmark, virkar ikki í Føroyum og í Grønlandi.

Ikki fyrr enn nýggja rættargangslógin kemur í gildi í Føroyum 1. januar í 2021, kemur Den uafhængige politiklagemyndighed eisini at virka í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363