16 fólk deyð í eldgosi

16 fólk deyð í eldgosi
Talið av deyðum eftir at gosfjallið Whakaari í Nýsælandi fór at goysa, er nú komið upp á 16 fólk
 
15.12.2019 - 14:07

Tvey fólk afturat er deyð á sjúkrahúsi um vikuskiftið, og harvið eru 16 fólk deyð orsakað av eldgosinum nú, skrivar avstralski miðilin News. 

Enn eru tvey fólk saknað, og hóast bjargingarlið hava leitað eftir teimum, er ikki eydnast at finna tey. 

Hildið verður, at tey eru deyð og at líkini liggja í sjónum við gosoynna. Løgreglan sigur, at tey framvegis hava kavarar í sjónum, sum leita. 

Gosfjallið Whakaari er væl vitjað av ferðafólki. Mánadagin goysti gosfjallið, meðan 47 fólk vitjaðu oynna, tey vóru úr Avstralia, USA, Týsklandi, Kina, Bretlandi og Malaysia. 

Enn eru yvir tjúgu innløgd við álvarsamum brunasárum. 

Í morgin, mánadagin, verður tøgn í eitt minutt í Avstralia kl. 14.11 lokala tíð, tí tá er júst ein vika síðani deyðiliga eldgosið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584