Trump vil framvegis ikki útflýggja skattaskjøl

Trump vil framvegis ikki útflýggja skattaskjøl
Ikki fyrr enn næsta summar verður greitt, um Donald Trump, forseti, skal útflýggja skjøl um privat fíggjarlig viðurskifti
 
15.12.2019 - 16:11

Hægstirættur í USA hevur góðtikið at lurta eftir einari frágreiðing frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, hví hann ikki vil eftirlíka kravinum at útflýggja persónligu skattaupplýsingarnar.

Trump roynir at sleppa undan at útflýggja bankaupplýsingar, sjálvuppgávur og onnur skjøl, sum m.a. ein nevnd í umboðsmannatinginum hevur biðið um innlit í.

Ákæruvaldið í New York, har Trump búði, bað eisini um hesar upplýsingar, áðrenn hann gjørdist forseti.

Tríggir dómstólar hava sagt, at Donald Trump skal útflýggja skjølini, men allir úrskurðirnir eru skotnir inn fyri hægstarætt.

Hoyringar verða í mars, og væntandi kemur ein úrskurður í juni, upplýsir hægstirættur.

Tað er ikki vanligt, at forsetar sýta fyri at útflýggja skattaskjøl.

Tann seinasti, sum ikki vildi gera tað, var Richard Nixon, sum var amerikanskur forseti frá 1969 til 1974.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902