Almenn ferðsla ger av, um tú fært løn

Almenn ferðsla ger av, um tú fært løn
Løn undir fráveru verður bara goldin, um einki alment ferðasamband er fyri veður
 
08.01.2020 - 09:18

Almenna samferðslan ger av, um fólk, sum arbeiða hjá landinum, fáa løn, hóast tey eru heima fyri veður.

Tað staðfesta reglur, sum Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum gjørdi í 1992.

Har stendur orðarætt, at fráverudagar orsakað av ringum veðri verða bara roknaðir sum goldin frávera, um alt alment ferðasamband er slitið orsakað av veðrinum.

Halda fólk veðrið vera ov ringt at fara millum bygdir við bili, gevur tað ikki rætt til at vera heima við løn, um almenna ferðasambandið annars ikki er slitið.

Kommunur hava aðra skipan

Starvsmannafelagið sigur, at ongar fastar reglur um hetta eru tó galdandi fyri kommunurnar.

Kommunurnar gera sjálvar av, um fólk, sum arbeiða hjá teimum, fáa løn, tá tey eru heima fyri veður.

Starvsmannafelagið hevur biðið Kommunala arbeiðsgevarafelagið um at gera somu reglur fyri allar kommunurnar. 

Men svarið er, at hvør kommununa sær eigur avgerðina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290