Íslendingar fegnast um samstarvið við Smyril Line

Íslendingar fegnast um samstarvið við Smyril Line
Farmaskipið Akranes hevur verið fyrsta túrin í Þorlákshøfn
 
16.01.2020 - 09:15

Smyril Line fær sera gott skoðsmál frá borgarstjóranum í Þorlákshøfn í Íslandi.

Elliði Vignisson sigur við Fiskifréttir, at samstarvið við Smyril Line er sera gott og miðvíst.

Tað sigur hann í sambandi við, at nýggja farmaskipið hjá Smyril Line, Akranes, fyri fyrstu ferð var í Þorlákshøfn týsdagin.

Borgarstjórin sigur, at skjótt verður nýggjur sleipi- og bjargingarbátur keyptur til havnina.

Havnin verður eisini útbygd, so hon fær tikið móti størri skipum enn nú.

Hugsað verður millum annað um ferðafólkaskip, sum sigla millum Ísland, Bretland og evropeiska meginlandið.

Møguleikarnir eru nógvir, og tá er óført at hava samstarv við eitt felag sum Smyril Line, sigur Elliði Vignisson við Fiskifréttir.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329