- Tíðindi, mentan og ítróttur
Áarføri og stongdir vegir í Australia

Ógvusligt áarføri har eysturi í Australia hevur elvt til vatnflóð og stongdar vegir, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.
Samstundis eru fleiri landslutir framvegis skróvturrir, og næstan 100 skógareldar brenna framvegis.
Myndugleikarnir hava stongt fleiri vegir í Queensland, sum eru undir í vatni, og í New South Wales, sum hevur verið meint rakt av skógareldum, fór streymurin í gjár eftir eina illfýsna nátt.
Í onkrum pørtum av Queensland regnaði leygarnáttina tríggjar ferðir so nógv, sum tað vanliga ger í ein mánað.
Myndugleikarnir hava stongt fleiri tjóðarlundir og ferðafólkamál, og fleiri býlingar eru undir í vatni. Men talan er ikki um stórvegis skaðar.
Forsætisráðharrin, Scott Morrison, segði mánadagin, at stjórnin hevur oyramerkt tvær milliardir australskar dollarar - umleið níggju milliardir í okkara peningi - eftir herviligu skógareldarnar herfyri.
Harumframt eru 50 milliónir australskir dollarar - svarandi til 230 milliónir krónur - settir í grunnar, ið skulu tryggja, at lívfrøðiliga margfeldni í náttúruni verður bygt uppaftur.
2019 var tað heitasta og turrasta í søguni hjá Australia.


























