Royna at stytta viðgerðina av matrikulmálum

Royna at stytta viðgerðina av matrikulmálum
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni
 
22.01.2020 - 09:18

Arbeitt verður við at gera mannagongdir, so málsviðgerðartíðin í sambandi við matrikulering og útskifting verður stytt.

Men enn er ikki komið á mál.

Helgi Abramhamsen, landsstýrismaður, hevur svarað Johan Dahl, løgtingsmanni, sum spurdi um matrikulering og útskifting.

Johan Dahl heldur, at viðgerðartíðin er ov long.

Fjøltáttað viðgerð

Helgi Abrahamsen svarar, at matrikuler málsviðgerð er sera ymisk og fjøltáttað. 

Øll matrikuler mál skulu til hoyringar hjá avvarðandi kommunu. 

Harafturat kunnu vera onnur, sum skulu spyrjast um málið, so sum Búnaðarstovan, Landsverk, og friðingarmyndugleikarnir.

Slík hoyring tekur í minsta lagi tveir mánaðir.

Í sambandi við útstykkingar kemur eisini ofta fyri, at grundstykkini verða seld eins skjótt, sum tey eru projekterað, men matrikulmyndugleikin kann ikki gera uppmátingar og seta stykkini av, fyrr enn útstykkingin er liðug við vegum og øllum innleggingum. 

Hetta vita fólk ikki, og tí fær matrikulmyndugleikin ofta skyldina, um viðgerðin tekur langa tíð.

Seld ov tíðliga

Í veruleikanum eru grundstykkini seld ov tíðliga, sigur Helgi Abrahamsen.

Tað vil siga, at sera stórur munur kann vera á brutto-málsviðgerðartíðini og netto-málsviðgerðartíðini, tað er tíðini frá tí søkt er um matrulering, og tíðini, har arbeiðast kann við umsóknini.

Helgi Abrahamsen sigur eisini, at seinastu tíggju árini hevur bara ein føroyingur lært at vera landmátari.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162