Her eru uppskotini um ársins leiðarar

Her eru uppskotini um ársins leiðarar
Ársins leiðarar verða avdúkaðir á leiðararáðstevnu 31. januar
 
27.01.2020 - 15:17

Tey, sum kunnu gerast Ársins leiðarar 2020, eru nú funnin. 

Tey trý, sum eru í uppskoti at gerast ársins leiðari í almenna geiranum, eru Jógvan Fríðriksson, bispur, Gudmundur Joensen, stjóri á ítróttarháskúlanum í Suðri, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúlanum. 

Tey trý, sum eru í uppskoti at gerast ársins leiðari í privata geiranum, eru Sunneva Háberg Eysturstein, stjóri í Sirkus, Fróði Clementsen, stjóri í Teldutænastuni, og Árni Jakobsen, stjóri í SMJ. 

Ársins leiðarar verða avdúkaðir 31. januar, í sambandi við leiðararáðstevnu í Hotel Føroyum. 

Í dómsnevndini sita Guðrið Højgaard, stjóri í Visti Faroe Islands, Børen Bruun, stjóri í Suðuroyar sparikassa, og Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444