Bretar taka støðu til Huawei

Bretar taka støðu til Huawei
USA mælir bretum frá at brúka Huawei, tí tað er ótrygt
 
28.01.2020 - 09:53

Bretland fer væntandi í dag at taka endaliga avgerð, um útgerð frá kinesiska tele-risanum, Huawei, skal brúkast  til nýggja 5G-netið í Bretlandi.

Fundur verður í bretska trygdarráðnum í dag, og Boris Johnson, forsætisráðharri, situr við borðendan, skrivar BBC.

USA mælir Bretlandi frá at nýta útgerð frá Huawei til 5G-netið, tí sambært USA er tað ikki trygt.

Huawei sigur hinvegin, at tað er trygt, og vísir aftur, at teir taka ímóti boðum frá kinesisku stjórnini.

Heildarmeting

BBC skrivar, at avgerðin í dag verður grundað á eina heildarmeting av tøkniliga vandanum, politisku viðurskiftunum og  kostnaðinum.

Boris Johnson segði í gjár, at hann vil hava eina skipan, sum gevur brúkarunum so nógvar fyrimunir sum gjørligt, uttan at avmarka trygdina, ella ávirkar trygdarviðurskifti við onnur lond.

Vrakar Bretland Huawei, ber til at keypa útgerð frá kunnu Ericsson og Nokia, men tann loysnin er nógv dýrari, skrivar BBC á heimasíðuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373