Breddin varpar ljós á Brexit

Breddin varpar ljós á Brexit
Sólvit Nolsøe greiðir frá úr London, og samrøður verða við serfrøðingar, embætisfólk og politikarar
Bretsku tingfólkini í ES-tinginum rigga nú av. Brexit verður veruleiki í annaðkvøld
 
30.01.2020 - 10:59

Breddin í útvarpinum í dag fer burturav at snúgva seg um Brexit.

Klokkan ellivu í annaðkvøld verður ES eitt limaland færri, tá Bretland alment fer úr evropeiska samstarvinum.

Vit fáa eygleiðing um hesa søguliga hending beinleiðis úr London, har Sólvit Nolsøe er staddur.

Harumframt vera samrøður við serfrøðingar, embætisfólk og politikarar, um hvørjar avleiðingar hetta fær fyri Føroyar, Bretland og Skotland.

Breddin í útvarpinum í dag klokkan 17.05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542