Farmaferjan skrásett í Føroyum

Farmaferjan skrásett í Føroyum
Hasfjord skal brúkast sum farmaskip í Skopunarfirði
 
05.02.2020 - 09:57

Hasfjord, ferjan, sum Strandfaraskip landsins hava keypt í Noregi, varð skrásett í Føroyum í gjár.

Ferjan skal brúkast sum farmaskip í Skopunarfirði.

Hon tekur eisini 12 ferðafólk.

Hasfjord, sum framvegis eitir Hasfjord, nú skipið er skrásett í Føroyum, er bygt í Noregi í 1975.

Umvæld í Noregi

Ferjan verður nú umvæld á Slipen verksted í Sandnessjøen.

Løgtingið hevur játtað 10 mió. kr. til at keypa Hasfjord fyri.

Ferjan Hasfjord er 40,7 metrar long. Til samanberingar kann nevnast, at Teistin er 40 metrar langur, og Ternan er næstan 41 metrar long.

Hasfjord er skrásett í Havn.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659