Noreg ætlar at minka útlátið eina helvt í 2050

Noreg ætlar at minka útlátið eina helvt í 2050
ST hevur heitt á londini um at endurskoða veðurlagspolitikkin
Erna Solberg er forsætisráðharri í Noregi
 
07.02.2020 - 15:04

Noreg hevur sett sær fyri at minka útlátið av veðurlagsgassum eina helvt í 2050, kanska 55 prosent.

Tað boðaðu umboð fyri teir tríggjar stjórnarflokkarnar frá í dag.

Orsøkin til boðini er, at ST hevur biðið londini um at endurskoða veðurlagspolitikkin, og at boða ST frá tí í seinasta lagi í ovurmorgin, t.e. sunnudagin.

Avgerðin skal vera samsvara við samtyktina, sum varð gjørd í París í 2015.

Í boðunum frá norsku stjórnini stendur, at Noreg fer hetta til 2030 at minka útlátið 40 prosent samanborið við útlátið í 1990, og tað verður gjørt í samstarvi við ES.

Tað boðaði Noreg ST frá í 2016, og samtykti avgerðina við lóg árið eftir.

Nú er so málið at minka útlátið eina helvt í 2050, kanska 55 prosent, boðar Noreg ST frá.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk: Fabienne Erni um Starveil
206535
Hósdag 9. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
206824
Hósdag 9. apríl
Nýtt ljóð
206817
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843
Hósdag 9. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206842
Hósdag 9. apríl
Veðrið
206826
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763