Skattauppskot á veg í tingið

Skattauppskot á veg í tingið
Eitt uppskot um at skatta kvotur og fiskiloyvi, tá tey verða seld, kemur í hesi tingsetuni
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur gjørt skattauppskotið
 
27.02.2020 - 11:28

Uppskot um, hvussu kvotur og fiskiloyvi skulu skattast, tá tey verða seld, er á veg í løgtingið.

Uppskotið er til viðgerðar í landsstýrinum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vil tí einki siga um tað. Hann sigur, at miðað verður eftir at fáa uppskotið í løgtingið í hesari tingsetuni. Freistin er í morgin.

Annars má uppskotið hava 17 undirskriftir frá løgtingsfólkum, so tað kann leggjast fram. Millum annað løgmaður hevur sagt, at skatturin verður høgur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120