Fámjin eisini upp í tilbúgvingina

Fámjin eisini upp í tilbúgvingina
Eitt umboð fyri Fámjins kommunu skal upp í tilbúgvingarnevndina
Fámjin
 
28.02.2020 - 11:31

Fámjins kommuna skal upp í samstarvið um tilbúgving, sum Tvøroyrar kommuna og Hvalbiar kommuna hava.

Kommurnar, sum eru við í samstarvinum, gjalda eftir fólkatalinum.

Málið var fyri á býráðsfundi á Tvøroyri mikudagin.

Kommunustýrisskipanin hjá kommununi er broytt. Eitt umboð fyri Fámjins kommunu skal upp í tilbúgvingarnevndina.

Í tilbúgvingarnevndini eru borgarstjórin á Tvøroyri, løgreglan, átaksleiðarin, tvey umboð fyri Tvøroyar kommunu, bjargingarfelagið og eitt umboð fyri Hvalbiar kommunu. Nú skal so Fámjins kommuna við eisini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485