Coronavirusið rakar donsk reiðarí meint

bannari
Coronavirusið rakar donsk reiðarí meint
Higartil í ár eru 1,7 milliónir færri bingjur fluttar og umsetningurin er lækkaður 12 milliardir krónur
 
01.03.2020 - 15:35

Stóru donsku reiðaríni verða ávirkað í keypsskálunum av coronavirusinum, skrivar Berlingske. Tað hendir serliga eftir at virusið er farið at breiða seg av álvara uttan fyri Kina.

Virðið á partabrøvunum hjá Mærsk, Norden og Torm eru nógv lækkað, og væntandi flutningurin kann hava við sær, at feløgini longu hava mist ein umsetning uppá 12 milliardir krónur, skrivar Berlingske.

At coronavirusið nú eisini breiðir seg í Italia og í Suðurkorea, merkir, at støðan gerst enn truplari, og ilt er at meta um, hvat kann henda, sigur danski greinarin, Michael Friis Jørgensen.

Fleiri onnur merkja eisini sviðan

Tað eru eisini onnur donsk feløg, sum merkja sviðan av gongdini, og tað er galdandi fyri flutningsfeløgini, DSV og SAS.

At virðið minkar so nógv, sum talan er um, meir enn 10 prosent, setir feløgini í eina torføra støðu, sum kann gerast uppaftur verri, um gongdin við coronavirusinum stendur við ella versnar, sigur greinarin.

Tað hevur stóran týdning fyri Mærsk, hvussu gongdin verður við virusinum, tí felagið hevur 75.000 viðskiftafólk í Europa og USA, sum skulu hava vørur úr Kina og øðrum londum í fjareystri, talan er bæði um handlar og aðrar fyritøkur.

Mett verður, at higartil eru 1,7 milliónir bingjur færri fluttar, enn tað sum vanligt hevur verið, og tað merkja flutningsfeløgini væl, siga greinarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647