Bloomberg gevur skarvin yvir

Bloomberg gevur skarvin yvir
Michael Bloomberg tekur seg úr kappingini um at gerast forsetavalevni, og hann styðjar Joe Biden
 
04.03.2020 - 15:32

Michael Bloomberg gevst í royndini at gerast valevni hjá demokratunum til forsetavalið í USA í heyst.

Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar. Bloomberg váttar tíðindini á sínum Twitter-vanga, og hann boðar samstundis frá, at hann styðjar Joe Biden, fyrrverandi varaforseta.

Boðini koma eftir uppstillingarvalini í gjár, Super Tuesday.

Michael Bloomberg stóð seg illa á valinum, og vann bara í Amerikanskum Samoa, hóast hann higartil hevur brúkt meira enn tríggjar milliardir krónur í valstríðnum.

Bernie Sanders og Joe Biden vunnu í flestu statum í gjár, og hildið verður, at bara teir báðir verða eftir í kappingini um at gerast demokratiskt valevni.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262