Ítróttur uttan áskoðarar

Ítróttur uttan áskoðarar
So at siga allur ítrótturin um vikuskiftið er ávirkaður av tilmælinum frá myndugleikunum í sambandi við Covid-19 og smittuvanda
Nógvur ítróttur verður um vikuskiftið uttan áskoðarar
 
07.03.2020 - 10:22

Corona virusið ávirkar nú ítróttin um vikuskiftið.

Eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum í gjár, ið segði, at almenn tiltøk, ið savna fleiri enn 500 fólk verða frámæld, hevur ÍSF sent út eitt skriv, har tey heita á øll ítróttarsambond og ítróttarfeløg um at taka tilmæli til sín.

Tað hava tey eisini gjørt, tí Fótbóltssambandið hevur gjørt av, at næstu tvær vikurnar verða allir dystir í bestu deildini hjá monnum uttan áskoðarar og sama verður galdandi fyri venjingardystin hjá kvinnulandsliðnum móti Estlandi í Havn mánadagin.

Hondbóltssambandið hevur eisini heitt á hondbóltsfeløgini um at taka tilmæli frá heilsumyndugleikunum til sín. Tey siga, at tað eru fáir hondbóltsdystir, sum savna 500 fólk, men heitt verður á feløgini um at verða fyrivarin og at taka øll møgulig fyrilit viðvíkjandi reinføri á støðum, har dystir verða spældir.

Ein flogbóltskapping fyri børn, sum skuldi verða í Kollafirði í dag og í gjár, er eisini avlýst vegna tilmæli frá heilsumyndugleikunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860