Prestar taka ikki í hondina

bannari
Prestar taka ikki í hondina
Jógvan Fríðriksson, biskupur, hevur sent skriv til allar prestar, um ikki at taka í hondina á kirkjufólkunum
 
08.03.2020 - 15:27

Kirkjufólk í kirkjunum kring landið upplivdu í morgun, at prestur ikki tók í hondina á fólki eftir guðstænastuna, sum annars er gomul siðvenja.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, hevur nevniliga sent eitt skriv til allar prestar, um ikki at taka í hondina á kirkjufólkinum, fyri at verja tey eldru fyri smittu.

- Nú coronasmittan er staðfest í Føroyum, mælir undirritaði prestunum til ikki at taka í hondina á kirkjufólkinum alla ta tíð, ið smittan ger um seg. Vit mega taka serstøk atlit at okkara eldru og viðskiftafólkum sum heild, skivar biskupur í brævi til prestarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040