Alternativet er í upploysn

Alternativet er í upploysn
Fýra av fimm fólkatingslimum í Alternativet hava tikið seg úr flokkinum í dag, teirra millum Uffe Elbæk, sum stovnaði flokkin
Uffe Elbæk stovnaði Alternativet - nú hava hann og tríggir aðrar fólkatingslimir tikið seg úr flokkinum
Mynd: DR  
 
09.03.2020 - 14:55

Danski fólkatingsflokkurin, Alternativet, er í upploysn.

Tað tykist greitt, eftir at fýra av fimm fólkatingslimum hava tikið seg úr flokkinum í dag.

Millum teirra, sum er farin úr flokkinum, er ein av stovnarunum, Uffe Elbæk. Hannsigur seg ikki kenna flokkin aftur.

Rumbul hevur verið innanhýsis í Alternativet, og fleiri hava sett spurnartekin við leiðslustílin hjá nýggju forkvinnuni, Josefine Foch, sum millum annað er løgd undir at taka í starvsfólk hjá flokkinum og rista tey.

Stuðul frá floksleiðsluni

Um vikuskiftið fekk Josefine Foch stuðul at halda fram sum forkvinna frá einum sera teprum meiriluta í floksleiðsluni. 

Lokalfelagið hjá Uffe Elbæk kravdi síðani,  at hann alment stuðlaði hana sum forkvinnu.

Tað vildi Uffe Elbæk ikki, og hann hevur í dag tikið seg úr flokkinum, saman við trimum øðrum.

Teir fýra fyrrverandi limirmir í Alternativet vera nú uttanflokka á fólkatingi

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162