Føroyingar í sóttarhaldi í Grønlandi

bannari
Føroyingar í sóttarhaldi í Grønlandi
Illgruni er um, at tríggir føroyingar, sum komu til Grønlands í gjár, eru smittaðir við COVID-19
Tríggir føroyingar, sum í gjár komu við flogfari til Kangerlussuaq, eru í í sóttarhaldi
 
10.03.2020 - 07:51

Tríggir føroyingar eru settir í sóttarhald í Grønlandi orsakað av illgruna um, at teir eru smittaðir við COVID-19 coronavirusinum. Hetta skrivar grønlendska kringvarpið, KNR, á heimasíðuni.

Føroyingarnir, sum komu við flogfarinum úr Danmark í gjár, høvdu sjálvir gjørt flogmanningina varuga við, at teir kendu seg sjúkar. Sambært KNR, so er talan um tríggjar føroyingar, sum eru búsitandi í Grønlandi.

Hetta fekk flogskiparan at seta seg í samband við myndugleikarnar, sum stóð fyri flogfarinum, tá tað setti seg á flogvøllinum í Kangerlussuaq.

Fáa svar seinnapartin

Enn er ikki greitt, um teir tríggir føroyingarnir, sum nú sita í sóttarhaldi á Hotel Kangerlussuaq, eru smittaðir við COVID-19. Úrslitini av kanningunum eru ikki klár fyrr enn á middegi í dag grønlendska tíð - tað er um klokkan 15 okkara tíð.

Eru royndirnar positivar, so er talan um fyrstu tilburðirnir av COVID-19 í Grønlandi. Hini ferðafólkini, sum vóru umborð á flogfarinum, sluppu at ferðast víðari.

Men áðrenn vórðu tey bólkaði í há- og lágrisiko bólkar. Tey, sum vóru í hárisiko bólkinum, skuldu í sjálvboðið sóttarhald, tá tey komu fram. Restin av ferðafólkunum skuldu einans halda eyga við sjúkueyðkenni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026