Eisini negativ renta í Suðuroyar Sparikassa

Eisini negativ renta í Suðuroyar Sparikassa
Hjá privatkundum, sum hava meira enn 500.000 kr., verður rentan minus 0,75 prosent
Rentan lækkar í Suðuroyar Sparikassa
 
12.03.2020 - 08:27

Suðuroyar Sparikassi lækkar rentuna á innlánum uttan uppsøgn, og tí er nú negativ renta galdandi fyri ávís innlán í sparikassanum..

Frá 14. apríl lækkar rentan á innlánum uttan uppsøgn hjá privatkundum niður í  minus 075 prosent hjá teimum, sum hava meir enn 500.000 krónur standandi í sparikassanum.

Fyri innlán uttan uppsøgn undir 500.000 verður rentan 0 prosent.

Suðuroyar Sparikassi sigur, at hesar broytingar verða framdar fyri at viga upp ímóti teimum útreiðslum, sum Suðuroyar Sparikassi hevur av innlánum, umframt tey øktu innlánini, sum Suðuoyar Sparikassi hevur fingið í seinastuni.

Suðuroyar Sparikassi sigur, at yvirskipaða gongdin á marknaðunum, og útlitini fyri áhaldandi negativari rentu hjá Tjóðbankanum eisini eru orsøkir til rentulækkingina

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026