Fá yvirlit: Her eru tilmælini hjá myndugleikunum

bannari
Fá yvirlit: Her eru tilmælini hjá myndugleikunum
Hvussu fer tað at ávirka tín gerandsdag, nú myndugleikarnir mæla til, at ferðin á samfelagnum skal niður? Fá yvirlit her
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2020 - 11:30

Føroyingar skulu verða meira heima og minni úti, og vit mugu standa saman og taka ábyrgd hvør í sínum lag.

Tað er boðskapurin hjá myndugleikunum, til tess at fyribyrgja, at coronavirus, COVID-19, breiðir seg (enn) meira í samfelagnum komandi tíðina.

Her eru tey 10 høvuðstilmælini, sum myndugleikarnir løgdu fram til almenningin, tá tíðindafundur varð hildin í Tinganesi í morgun:

1. Mælt verður staðiliga til, at fólk ikki ferðast í onnur lond, uttan at tað er hægst neyðugt

2. Mælt verður kommunum til at taka stig mótvegis ferðafólkaskipum, sum eru á veg til Føroya

3. Fólk, ið koma til Føroya úr útlandinum, mugu vísa størsta varsemi og halda seg heima

4. Tað verða greiðar avmarkingar í mun til at vitja sjúkrahús og røktarheim. Nærri boð koma frá heilsumyndugleikunum og kommununum

5. Skúlaverkið – tað er hægri lestur, miðnám og fólkaskúlar – letur aftur. Næmingar skulu í tann mun tað ber til fylgja undirvísingini heima.

6. Frítíðarskúlar, forskúlar og onnur dagtilboð lata eisini aftur. Eitt ansingartilboð verður veitt teimum, sum av ymsum orsøkum ikki kunnu passa síni børn.

7. Á almenna arbeiðsmarknaðinum skulu øll tey, ið ikki røkja tær mest viðbreknu samfelagsuppgávurnar, arbeiða heimanífrá. Starvsfólk fáa nærri boð frá leiðslunum.

8. Á privata arbeiðsmarknaðinum eru stig longu tikin fyri at verja seg ímóti smittu

9. Heitt verður staðiliga á, at øll tiltøk, sum savnað fleiri enn 100 fólk innandura, annaðhvørt verða útsett ella avlýst

10. Mælt verður til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22 komandi tvær vikur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096