Ákæruvaldið setir neyðtilbúgving í verk

bannari
Ákæruvaldið setir neyðtilbúgving í verk
Grundlógaravhoyringar verða kortini ikki raktar
 
13.03.2020 - 11:28

Tilmælini í sambandi við COVID-19-smittuvandan raka nú eisini arbeiðið hjá ákæruvaldinum, boðar løgreglan frá.

Skipað verður fyri neyðtilbúgving næstu 14 dagarnar, og bara "sager af samfundskristisk betydning," sum tað verður orðað, verða viðgjørd. Teirra millum eru grundlógaravhoyringar.

Ákærar fara í mestan mun at arbeiða heima við hús næstu 14 dagarnar, men teir skulu møta á neyðugum rættarfundum. Neyðtilbúgvingin hjá ákæruvaldinum kemur í gildi í dag.

Føroya rættur hevur eisini sett neyðtilbúgving í verk, sum kemur í gildi mánadagin.Hon verður í gildi fyribils til 30. mars. Bara fá revsimál og mál, sum verða mett at hava skund, verða viðgjørd í rættinum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775