Lítil tørvur á barnaansing

bannari
Lítil tørvur á barnaansing
Í Havn vóru tað bara 30, sum høvdu tørv á barnaansing fríggjadagin. Heldur ikki í Klaksvík og Vágum var stórur ansingartørvur
Tørvurin á barnaansing er lítil í hesum døgum, sambært trimum kommunum, Kringvarpið hevur tosað við
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.03.2020 - 15:49

Higartil eru tað fá, sum hava tørv á barnaansing. Í Tórshavnar kommunu vóru tað færri enn 30 børn, sum høvdu brúk fyri barnaansing fríggjadagin.

– Tó er ilt at siga, hvør tørvurin verður hesa vikuna, tí tað broytist alla tíðina, og vit fylgja við, sigur Beinta Dalbø, leiðari fyri Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu.

Í Klaksvíkar kommunu eru fá, sum biðja um barnaansing í hesum døgum. Higartil eru tað bara fimm-seks børn, ið hava tørv á barnaansing, og tað sama er galdandi í Vága kommunu.

Umhugsa at savna øll á einum stovni

Bæði í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu ganga børnini, sum hava tørv at fara á stovn, á stovninum, tey vanliga ganga á. Tórshavnar kommuna ætlar tó at viðgera um børnini skulu savnast á einum stovni ella ikki. 

– Tað veldst um, hvussu tørvurin verður komandi dagarnar, sigur Beinta Dalbø, leiðari fyri Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu.

Í Vága kommunu eru allir stovnarnir uttan Miðgarður í Miðvági afturlatnir. Tey, ið hava tørv á bráðansing, verða tískil savnað í Miðvági. Stovnurin er stórur, og hevur góðar møguleikar fyri at deila børnini upp í eindir, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu.

Mugu gera avtalu frammanundan

Foreldur, sum hava tørv á stovnsplássi í Vága kommunu, skulu ringja til stovnsleiðaran, ið síðani avger, um børnini kunnu fáa stovnspláss, sum støðan er í løtuni.

Tað eru bara foreldur, ið hava bráðtørv á ansing, sum fáa stovnspláss til børnini. Teirra millum foreldur, ið starvast hjá eitt nú heilsuverkinum, Almannaverkinum ella við undirstøðukervinum. 

– Vit mugu ansa eftir børnunum hjá teimum, sum ansa eftir okkum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025