SAS gevst at flúgva mikudagin

bannari
SAS gevst at flúgva mikudagin
SAS flýgur til Føroya tveir dagar afturat, sambært lista, sum flogfelagið hevur lagt út í morgun
 
16.03.2020 - 06:31

SAS gevst eftir øllum at døma at flúgva til Føroya mikudagin. Flogfelagið hevur í morgun lagt ein lista yvir avlýstar flogferðir á sína heimasíðu.

Sambært tí listanum, so flýgur SAS Føroyarutuna tveir dagar afturat. Mikudagin er Føroyarutan avlýst, sambært listanum. Her er listin yvir avlýstar flogferðir hjá SAS Canceled flights

Flýgur í dag sum vant

SAS segði í tíðindaskrivi í gjár, at flogfelagið sendir 10.000 fólk til hús og gevst við at flúgva flestu ruturnar í dag. Orsøkin er coronavirusið, herdu tiltøkini við flúgving og ferðaseðlasølan, sum næstan er uppsteðgað, stendur í skrivinum.

Hóast SAS niðurleggur at kalla allar rutur, so er framvegis ætlanin at flúgva hagar, ið fólk eru, sum skulu heim, stendur víðari í skrivinum frá SAS.

Flúgvingin millum Føroyar og Danmark tó fram tveir dagar afturat. Flogfarið hjá SAS úr Keypmannahavn stendur til at lenda í Vágum á middegi í dag og at flúgva aftur til Kastrup klokkan eitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV