Umleið 200 føroyingar kannaðir um dagin

bannari
Umleið 200 føroyingar kannaðir um dagin
Kanningardeildin hjá Heilsufrøðilugu Starvsstovuni hevur úr at gera í hesum døgum
 
18.03.2020 - 08:11

Meðan alt samfelagið er farið niður í ferð, eru tað nøkur arbeiðspláss, sum nú mugu koyra við fullari ferð.

 – Vit koyra við fullum blussi, sigur Debes Hammershaimb Christiansen, deildarleiðari á kanningardeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Patologiska kanningardeildin, sum hon eitur, hevur úr at gera í hesum døgum við at kanna allar koronaroyndirnar, sum koma inn.

Alsamt fleiri verða kannað

Fleiri og fleiri fólk verða kannað fyri korona. Í gjár og fyrradagin vórðu næstan 200 fólk kannað, meðan talið í dag verður omanfyri 200 fólk, sigur Debes Hammershaimb Christiansen.

Væntast kann, at enn fleiri fólk verða kannað hvønn dag í næstum. Leiðarin á kanningardeildini sigur, at tey megna væl trýstið, sum nú er, og at tað gongur skjótt við at fáa svar upp á royndirnar.

Tey, ið skulu bráðkannast, fáa svar áðrenn tríggir-fýra tímar eru gingnir, og tær vanligu kanningarnar taka millum seks og átta tímar.

Fingið hjálp frá øðrum deildum

Kanningardeildin hevur fingið styrk úr øðrum deildum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Í løtuni verða fimm laborantar lærdir upp til at kanna koronaroyndirnar.

– Tá tey eru upplærd, eru vit væl mannað til at taka okkum av øllum koronaroyndunum, sum koma, sigur Debes Hammershaimb Christiansen.

– Vandi er tó altíð fyri, at okkurt av okkara starvsfólki skal í sóttarhald - ella blíva sjúk sjálvi. Tá kann kanningararbeiðið gerast sárbært. Men sum nú er, gongur arbeiðið skjótt og væl, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302