Ov lætt blíva lærari

Ov lætt blíva lærari
- Tað er eisini neyðugt at hyggja nærri at treytunum fyri upptøku, heldur Súsanna Olsen, námslektari á Fróðskaparsetrinum
Súsanna Olsen
 
31.03.2020 - 08:40

Tað er í grein í Skúlablaðnum, at Súsannu Olsen, undrast á, at fleiri treytir ikki verða settar teimum, ið vilja verða lærari. Hon er námslektari í samfelagsvísindum og samskipari av útbúgvingini í námsfrøðiligari leiðslu á Setrinum. 

 - Tá ið tú veitst, hvussu umráðandi arbeiðið er, ið lærarar og námsfrøðingar gera, so er tað undranarvert, at tað ikki verða settar fleiri treytir til umsøkjararnar. Vit vita, at nøkur lesandi gevast tíðliga ella miðskeiðis í útbúgvingini, kanska tí, at tað ikki var tað rætta fyri tey. 

 - Námsfrøðiliga leiðsluútbúgvingin fer at gera, at skúlaleiðslurnar fáa onnur eygu á tey, sum koma í starvsvenjing, sigur hon og leggur afturat. 

 - Men tað er eisini neyðugt at hyggja nærri at treytunum fyri upptøku; onkursvegna haldi eg, at tað er ov lætt at verða tikin upp. Tá ið vit hugsa um, hvussu leingi børn eru saman við námsfrøðingum og lærarum, so skylda vit teimum, at tey røttu verða tikin inn á útbúgvingina; tað er so sera umráðandi, at tey, sum eru um børnini, eru skikkað at gera tað, tey skulu gera, sigur Súsanna Olsen. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652