Danmark: Fleiri skulu kannast

bannari
Danmark: Fleiri skulu kannast
Heilsumyndugleikarnir í Danmark ætla at kanna 15.000 fólk um dagin fyri COVID-19 eftir páskir
 
02.04.2020 - 10:59

Danskir myndugleikar fara skjótt at kanna fleiri fólk fyri korona, skrivar Danmark Radio. Tað hendir aftaná, at danska heilsustýrið hevur broytt leiðreglurnar fyri, hvør kann kannast. 

Í gjár blivu 2.324 danir kannaðir fyri korona, men við nýggju leiðreglunum vóna myndugleikarnir, at fleiri enn 15.000 verða kannað um dagin eftir páskir. 

– Eg vænti, at vit longu hesa vikuna kunnu kanna fleiri enn 5.000, meðan vit í næstu viku kunnu kanna 10.000, áðrenn tað verður 15.000 aftaná páskir, sigur Helene Probst, deildarleiðari fyri ráðlegging í Heilsustýrinum við DR.

Nýggju leiðreglurnar gera tað møguligt hjá kommunulæknum at senda fólk, ið hava veik sjúkueyðkenni, til kanningar. Tilsamans eru 27.109 fólk kannað fyri korona í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162