Nes kommuna strikar (eisini) ansingargjaldið

Nes kommuna strikar (eisini) ansingargjaldið
Heldur ikki foreldur í Nes kommunu skulu rinda fyri dagstovnapláss, ið ikki verða brúkt í hesum døgum
 
02.04.2020 - 08:50

Kommunan boðar frá, at foreldrini ikki skulu gjalda dagstovnagjald, um barnið ikki er í kommunalari ansing, meðan dagstovnarnir eru stongdir vegna COVID-19 smittuna.

Bygdaráðið hevði annars roknað við, at Kommunufelagið boðaði frá eini felags støðu viðvíkjandi dagstovnagjaldinum, men enn er eingin fráboðan komin.

Og nú metir fíggjarnevndin, at tað ikki kann bíðast longur eftir Kommunufelagnum.

Upplýst verður, at allir bygdaráðslimir eru kunnaðir um tilmælið frá fíggjarnevndini, og greitt er, at tilmælið verður samtykt.

Inntøkurnar frá dagstovnagjøldunum í Nes kommunu eru umleið 280.000 krónur um mánaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290