Hann fer at kanna myrkatølini

bannari
Hann fer at kanna myrkatølini
Pál Weihe, yvirlækni, hevur ætlanir um at kanna myrkatølini við koronasmittaðum í Føroyum
 
03.04.2020 - 12:29

Nú skal ljós varpast á myrkatølini við koronavirusinum í Føroyum. Tað ætlar Pál Weihe, yvirlækni, sum kundi hugsað sær, at kanna myrkatølini.

– Tað er týdningarmikið at kenna myrkatølini, so vit hava betri møguleika at vita, hvussu nógv veruliga eru smittað, og hvat er í væntu, sigur Pál Weihe. 

Myndugleikarnir skulu hava eitt so gott vísindaligt grundarlag, sum gjørligt, at taka avgerðir út frá. 

Mett at kosta eina millión

Ætlanin er at máta andevni í fólki, fyri at vita hvussu nógv veruliga hava verið smittað við korona. Páll Weihe sigur, at tað er best at fara í holt við verkætlanina, tá ið smittan hevur lagt seg - umleið í juli mánað.

Umframt Pál Weihe eru Landssjúkrahúsið, landslæknin, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Fróðskaparsetrið, og Deildin fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu við í verkætlanini.

Enn er fígging til verkætlanina ikki fingin til vega. Pál Weihe, yvirlækni, væntar, at verkætlanin fer at kosta umleið eina millión krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213