Norröna liggur í løtuni

Norröna liggur í løtuni
Farmaskipini Akranes og Hvítanes klára at taka alla farmin hjá Norrönu í løtuni
Norröna liggur á Havnini í løtuni. Farmaskipini hjá Smyril Line klára tann farmin, sum er, nú eingin sigling við feráfólkum er
Mynd: Savnsmynd (Bjarni Árting Rubeksen)  
 
03.04.2020 - 13:44

Tað upplýsir Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, fyri Kringvarpinum. Norröna kom á Havnina úr Danmark sunnudagin, og síðan tá hevur hon ligið við kai. 

Sambært ferðaætlanini hjá skipinum, skuldi Norröna fara til Danmarkar í gjárkvøldið og til Íslands mánadagin.

Taka støðu í næstu viku

– So leingi eingin ferðafólkaflutningur er, verður støða tikin til hvørja viku, um neyðugt er at brúka Norrönu til farmaflutning, sigur Rúni Vang Poulsen.

Og tað hevur ikki verið neyðugt hesa vikuna. Í staðin hava farmaskipini Hvítanes og Akranes tikið tann farmin, ið skuldi umborð á Norrönu.

Virksemið hevur kortini verið umborð á Norrönu hesa vikuna. Ymiskt viðlíkahaldsarbeiði hevur verið gjørt umborð, sigur Rúni Vang Poulsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423