Afturkalla sóttreinsandi evni

bannari
Afturkalla sóttreinsandi evni
Ein donsk fyritøka hevur fingið boð um at kalla eina vøru aftur, sum fyritøkan hevur marknaðarført sum hondspritt.
 
05.04.2020 - 16:31
Av tí at eftirspurningurin eftir spritti er stórur, eru tað handlar og fyritøkur, sum ikki fáa bílagt vanligt hondspritt í hesum døgum og tí verða onnur evni brúkt.
 
Fyritøkan NowoCoat hevur síðan koronasmittan byrjaði marknaðarført fimm-liturs dunkar av sóttreinsandi evni, at hava somu ávirkan sum hondspritt.
 
Men nú verður ávarað ímóti evninum - tað kann ikki nýtast til at sóttreinsa húð, sigur Niels Højby, sum hevur verið leiðanid yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum sambært fleiri donskum miðlum.
 
Vøran er millum annað seld til kommunur og matvøruhandlar í Danmark. Har hava dunkarnir verið settir upp í durinum til kundarnar at nýta sum hondspritt.
 
Umhvørvismálaráðið í Danmark hevur givið boð um, at NowoCoat alt fyri eitt skal gevast við at marknaðarføra sóttreinsandi evni sum hondspritt, og kalla vøruna aftur úr øllum handlum.
 
Hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í Føroyum hava tey ikki eftirlit við tílíkum vørum sum hondspritt og sóttreinsandi evnum, og tey hava heldur ikki heimild til at kalla vørur aftur.
Malan Nicolinudóttir Mikkelsen, leiðari á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sigur, at tey fara kortini at seta seg í samband við viðskiftafólk teirra, fyri at kunna tey um støðuna.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120