Forða fyri dupultum gjaldi

Forða fyri dupultum gjaldi
Hol í lógini um lønarískoyti frá Als skulu tippast við lógarbroytingum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.04.2020 - 11:48

Sum lógin nú er orðað, kunnu fólk fáa meira enn tey eiga at fáa í lønarískoyti. Als-stýrið hevur biðið landsstýrið broyta lógina. 

Millum annað forðar lógin ikki fyri, at fólk kunnu fáa 40.000 krónur frá Als. Tey kunnu fáa 20.000 krónur í lønarískoyti og 20.000 krónur sum sjálvstøðugt vinnurekandi. 

Hesi vinnurekandi kunnu eisini fáa fult útgjald, hóast tey ikki missa inntøku. Lagt verður ikki upp fyri inntøkuni hjá tí sjálvstøðuga vinnurekandi. 

Als-stýrið: Tykist órímiligt

Dømi er um, at Als hevur fingið umsókn um fullan stuðul frá einum sjálvstøðugum vinnurekandi, sum upplýsir, at vinnuvirksemið er høvuðsvinna hansara.

Inntøkan seinastu 12 mánaðirnar var 13.500 krónur. Við galdandi reglum hevur viðkomandi rætt til 20.000 krónur um mánaðin úr stuðulsskipanini. 

Inntøkan verður tí 17 ferðir hægri enn áður. Hetta sýnist sera órímiligt, heldur Als-stýrið, sum vil hava hetta broytt.

Kunnu fáa upp í 40.000

Dømi er eisini um, at sjálvstøðug vinnurekandi hava søkt um fullan stuðul, tí virksemið er minkað 100 prosent.

Men tey høvdu onga inntøku. Galdandi reglur geva rætt til fullan stuðul, 20.000 krónur um mánaðin.

Og einki forðar fyri, at sama fólk kann fáa pengar sum vinnurekandi og sum starvsfólk, í mesta lagi 40.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339