Øll koronasmittað í Grønlandi frísk aftur

bannari
Øll koronasmittað í Grønlandi frísk aftur
Síðsti staðfesti tilburðurin var tann 4. apríl
 
10.04.2020 - 13:53

Í Grønlandi er í løtuni ongin sjúkur av koronasmittu. Tað upplýsir koronasíðan hjá grønlendsku heilsumyndugleikunum.

11 fólk hava fingið staðfest covid-19 virusið í Grønlandi, men tey eru øll vorðin frísk aftur. Allir 11 tilburðirnir eru í høvuðstaðnum Nuuk.

Ongin persónur er staðfestur smittaður í Grønlandi síðani tann 4. apríl. Tilsamans eru 844 fólk kannað fyri koronasmittu í Grønlandi.

Hóast góðu gongdina í Grønlandi, halda myndugleikarnir fast í tiltøkunum, sum millum annað merkir, at øll ferðing í Grønlandi er frámæld, bæði innanlands og uttanlands. Hetta er fyribils galdandi til tann 30. apríl.

Frá 14. apríl verður tó stigvíst byrja aftur í skúlum og dagstovnum í øllum landinum uttan í Nuuk, har núverandi tiltøkini framvegis eru galdandi.

Har skúlar og dagstovnar byrjar aftur, skulu fólk framhaldandi halda seg til tilmælini um eitt nú frástøðu, í mesta lagi vera 10 fólk savnað á einum stað í senn, skrivar grønlendska kringvarpið KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655