Korona ger enn um seg í Kina

bannari
Korona ger enn um seg í Kina
Í Kina royna tey nú at basa eini nýggjari bylgju av koronasmittu
Ferðandi á jarnbreytarstøðini í Yichang, Kina, umleið 300 kilometrar vestan fyri Wuhan
Mynd: Savnsmynd: AP (januar 2020)  
 
13.04.2020 - 12:05

Talið av nýggjum smittutilburðum í Kina var í gjár 108. Tað er størsta talið síðani 6. mars, tá talið var 143. 28. mars setti stjórnin innferðarbann fyri øllum ferðafólkum úr øðrum londum.

Kinesiskir stjórnarmiðlar skriva, at tað í stóran mun eru ferðandi, sum ferðast heim aftur til Kina umvegis russiska býin Vladivostok, ið hava fingið staðfest smittuna seinastu dagarnar.

Markið til Russlands stongt

Fleiri enn 300 smittutilburðir eru staðfestir í kinesiska býnum Suifenhe, sum er tætt við russiska markið. Myndugleikarnir hava tí gjørt av, at markið til Russlands skal steingjast fyri øll ferðandi. 

Fólk í býnum Suifenhe eru nú avbyrgd, og sleppa bara til handils triðja hvønn dag. Annars skulu øll vera við hús. Tað skrivar South China Morning Post.

Higartil hevur Kina almannakunngjørt, at 82.160 fólk hava fingið stafest koronavirus, meðan 3.341 fólk eru deyð av smittuni, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655