880 milliónir útgoldnar í mars

880 milliónir útgoldnar í mars
Enn sæst koronafarsóttin ikki í lønargjaldingunum í Føroyum
Tað vórðu goldnar átta prosent meira í lønum í mars í ár enn mars í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.04.2020 - 11:58

Í mars vórðu goldnar slakar 880 milliónir krónur í lønum. Tað eru átta prosent meira enn í mars í fjør, vísa tøl hjá Hagstovu Føroya.

Í privatu tænastuvinnunum, serliga hjá gistihúsum, matstovum, handlum og hjá teimum, sum fáast við umvæling, kann ein óvanlig niðurgongd tó staðfestast í mars, skrivar Hagstovan.

Lønarískoyti frá Als er ikki við tølunum fyri mars. Í mars fingu menn góðar 570 milliónir krónur í løn og kvinnur 300 milliónir.

Mars í ár er nakað lakari hjá kvinnum í mun til ta gongd, sum hevur verið í lønargjaldingunum hjá kvinnunum annars, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120