USA: Deyðatalið farið upp um 30.000

bannari
USA: Deyðatalið farið upp um 30.000
Nú eru fleiri enn 30.000 fólk deyð av COVID-19 í USA, og í løtuni eru fleiri enn 600.000 smittað
Starvsfólk á einari uttandura COVID-19-kanningarmiðstøð á Sentara Princess Anne-sjúkrahúsinum í Virginia Beach
Mynd: AP  
 
16.04.2020 - 08:37

Næstan 5.000 fólk í USA eru deyð av koronavirusinum seinasta samdøgrið. Tøl frá John Hopkins-universitetinum vísa, at 4.852 fólk eru deyð, og tað er hægsta deyðatalið upp á 24 tímar í USA higartil.

Næstseinasta samdøgrið doyðu 2.384 fólk, so hækkingin er 103,5 prosent. Høga deyðatalið kann vera komið, tí New York City hevur uppmett tølini fyri fólk, sum eru deyð av koronavirusinum við 3.700, skrivar DR.

USA er tað landið í heiminum, har flest fólk eru deyð av COVID-19. Tilsamans eru 30.844 fólk deyð, og í løtuni eru umleið 638.000 smittað. Harafturat verður roknað við, at myrkatalið er stórt.

Onkrir statir lata upp aftur skjótt

Tað er serliga í New York City, at virusið ger um seg. Samstundis sigur Donald Trump, at USA hevur lagt tað ringasta afturum seg í stríðnum móti koronavirusinum, skrivar BBC.

Forsetin segði á tíðindafundi, at hann roknar við, at onkrir statir fara at lata upp aftur áðrenn apríl er liðin.

– Dáturnar benda á, at tað ringasta er av, tá tað snýr seg um nýggjar tilburðir. Vónandi heldur góða gongdin fram, segði Donald Trump á tíðindafundinum.

Trump: Onnur lond lúgva um tølini

Tá Donald Trump varð spurdur um, hví New York hevur so høg deyðatøl í mun til samlaða talið í heiminum, skuldsetti hann onnur lond fyri at lúgva um tølini. 

– Trýr nakar upp á tølini hjá nøkrum av hesum londunum, segði hann og nevndi Kina. 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði eisini, at USA kannar møguleikan fyri, at koronavirusið kom úr eini royndarstovu í Wuhan heldur enn á einum djóramarknaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602