Spurnarkanning: Eldri eiga ikki at fáa vitjan enn

bannari
Spurnarkanning: Eldri eiga ikki at fáa vitjan enn
Tey, sum búgva í ellis- og røktarheimum, eiga ikki at fáa vitjan, sum støðan er nú, halda tey flestu í spurnarkanning
 
17.04.2020 - 11:21

Tey flestu í einari spurnarkanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið í gjár, halda, at tey, sum búgva í ellis- og røktarheimum, eiga ikki at fáa vitjan, sum støðan er nú.

Spurningurin, sum 500 fólk svaraðu, var, um tað eigur at verða latið upp fyri, at eldri í ellis- og røktarheimum kunnu fáa vitjan.

Fjórði hvør ósamdur

27 prosent svaraðu, at tey vóru púra ósamd. Bara átta prosent søgdu seg vera púra samd við teimum, sum halda, at fólkini eiga at fáa vitjan.

Sløk 27 prosent halda, at neyðug sosial atlit verða tikin í sambandi við at avbyrgja tey eldru. Spurt varð eisini, um tey gomlu eiga at kunna vitja hvønn annan.

Tað halda 14,2 prosent. Og 30 prosent halda avgjørt, at myndugleikarnir gera nóg nógv fyri at verja gomul móti korona.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527