Fleiri fráboðanir um oljustuldur

Fleiri fráboðanir um oljustuldur
Løgreglan hevur seinasta samdøgrið fingið tvær fráboðanir um oljustuldur í Norðurøkinum
Løgreglan hevur seinasta samdøgrið fingið tvær fráboðanir um, at olja er stolin úr oljutangum í Norðurøkinum
Mynd: Savnsmynd  
 
18.04.2020 - 09:33

Løgreglan fekk í gjár tvær fráboðanir frá fólki í Norðurøkinum, sum hvør í sínum lag boðaðu frá, at olja varð stolin úr oljutangunum hjá teimum.

Í tí eina førinum eru 750 litrar av olju stolnir úr einum tanga á einum arbeiðsplássi á Borðoyravík einaferð í tíðarskeiðnum frá 23. mars - 8. apríl, tá fólk ikki hava verið á arbeiðsplássinum.

Løgreglan stendur á berum

Í hinum førinum eru umleið 700 litrar av olju stolinir úr einum jørðtanga hjá einum húsarhaldi - eisini í Norðurøkinum. Heingilásið, sum var á tanganum, var brotið, og oljan tikin upp úr.

Í stuldursmálinum á Borðoyarvík vórðu eisini fýra rullur av hegni og umleið 50 hegnpelar stolnar, umframt teir umleið 750 litararnir av olju, sum vórðu stolnir.

Løgreglan vil ikki siga, hvar stuldurin er farin fram, bara at tað er í Norðurøkinum, Løgreglan stendur í løtuni á berum, og hevur einki at ganga eftir, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763