Kekkia stongir landamarkið í eitt ár

bannari
Kekkia stongir landamarkið í eitt ár
Kekkiski forsetin, Milos Zeman, boðar nú frá, at kekkiska markið verður stongt, og at ikki verður loyvt at ferðast uttanlands í eitt heilt ár
 
20.04.2020 - 09:28

Bannið varð sett í gildi í marsmánaði og verður síðani longt, fyri at forða fyri smittubylgju frá ferðafólki, sum hava verið í landi, har smittan herjar, upplýsti eitt talsfólk fyri forsetan í útvarpssamrøðu í gjár.

Núverðandi forboð fyri at ferðast er ikki galdandi fyri tey, sum ferðast millum heim og arbeiði, last-bilførar og í serligum førum í sambandi við heilsuviðgerð.

Ferðaskrivstovur hava fyrr kravt, at í minsta lagi verður loyvt at ferðast til Slovakia og Kroatia í summar, tí har eru fáir koronatilburðir.

Í Kekkia eru 6.746 smittað og 186 er deyð av covid-19, sambært nýggjastu tølum frá Worldometer.

Í Slovakia eru 1.161 smittað og 12 eru deyð, og í Kroatia eru 1.871 smittað og 47 deyð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098