ALS-málið ikki við kortini

ALS-málið ikki við kortini
Løgtingið skal kortini ikki taka støðu til í hesari tingsetuni, um arbeiðsleys skulu fáa 1.000 krónur meira um mánaðin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.04.2020 - 11:18

Uppskotið kom í tingið 6. mars, og fyrsta viðgerð stóð í dagsskránni fyri tingfundin í morgin. Men hetta var eitt mistak, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum eigur uppskotið.

Málið skuldi ikki við nú, og tað er tikið av skránni aftur. Tíðin er ein heilt onnur hjá Als nú enn, tá uppskotið varð lagt fram. Stýrið hjá Als skeyt upp at broyta inngjaldið og útgjaldið hjá Arbeiðsloysisskipanini. 

Stuðulin til arbeiðsleys kundi fara úr 17.500 krónur um mánaðin upp í 18.500 krónur. Útgjaldsprosentið skuldi hækka úr 75 upp í 80. Inngjaldið skuldi lækka úr 1,25 prosentum niður í eitt prosent.

Hendan broytingin í inngjaldinum kann gerast við kunngerð. Men tað er ikki gjørt. Í viðmerkingunum um lógaruppskotið stendur, at kunngerðin kemur samstundis sum lógin kemur í gildi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303