Vilja hava gjøgnumskygni í Grønlandi

Vilja hava gjøgnumskygni í Grønlandi
Felagsskapurin, Transparency Greenland, eftirlýsir opinleika, tá grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, mannar almennar nevndir
 
21.04.2020 - 10:56

Atfinningin frá Transparency Greenland, - "Gjøgnumskygt Grønland", kemur eftir at landsstýrisformaðurin hevur skift út nevndarlimir í fleiri almennum feløgum.

2. apríl avgjørdi Kielsen at hava eykaaðalfund í trimum almennum feløgum bert fáar vikur undan vanliga aðalfundinum. Fyri Visit Greenland og Illuut merkti tað, at fleiri nevndarlimir eru koyrdir úr nevndini og nýggir komnir í staðin. Eykaðalfundurin hjá Kalaallit Airports hevur ikki verið enn.

Tansparency Greenland vísir á, at hóast talan er um almenn feløg, og at fólkið velur landsstýrisformannin, ber ikki til at fáa innlit í, hvussu Kielsen velur fólkini til ymisku nevndirnar. Talan er um nevndarsessir, har limirnir fáa úr 50.000 upp í 750-túsund krónur um árið í nevndarsamsýning.

Og tað er ein trupulleiki, sigur felagsskapurin, Transparency International Greenland, TIG, tí tað kann sáa iva um tilgongdina. 

- Vit høvdu hugsað okkum gjøgnumskygni í øllum samanhangum, tí tað er besti máti móti mutri og vina- og kenningapolitikki. Tí vilja vit hava mest møguligan opinleika, - eisini tá nevndarlimir verða tilnevndir, sigur Anita Hoffer, formaður í felagsskapinum. 

- Borgararnir skulu skilja, hví hesi fólkini verða vald í nevndina, men tey, sum verða koyrd úr nevndum, skulu eisini skilja, hví tað er so, sigur hon.

Transparency hevur, síðani 2012, eftirlýst størri opinleika í tilgongdini, og í 2019 gjørdi felagsskapurin frágreiðing, har TIG kom við fleiri tilmælum til, hvussu tey kunnu vísa størri opinleika. Ítøkiliga mælir TIG til, at førleikalýsing verður gjørd av hvørjum nevndarlimi, og almenningurin skal hava atgongd til upplýsingarnar.

TIG mælir eisini til, at nevndarlimirnir fáa eina hondbók, har tey kunnu lesa um, hvussu tey sleppa undan at enda í eini støðu við mótstríðandi áhugamálum, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Grønlendska blaðið, Sermitsiaq, hevur spurt Kim Kielsen, landsstýrisformann, hví hann hevur havt skund at broyta nevndarsamansetingar so stutt undan regluligum aðalfundum, men hann hevur ikki svarað spurninginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472