Als latið góðar 50 milliónir

bannari
Als latið góðar 50 milliónir
Yvir 4.000 fólk eru meldað til lønarískoytisskipanina
 
23.04.2020 - 13:12

Higartil hevur Als goldið 52 milliónir krónur í lønarískoyti. Og harafturat hava 75 fólkapensjónistar fingið 550.000 krónur

Men ítróttafólk hava einki fingið enn, tí Als hevur ikki fingið allar leikarasáttmálar. Søkt er um lønarískoyti til millum 200 og 300 ítróttafólk.

924 fyritøkur søkt

Als upplýsir, at 924 fyritøkur hava søkt um lønarískoyti til starvsfólk,  tá eru umsóknir frá sjálvstøðugum vinnurekandi taldar við.

Yvir 4.000 fólk eru meldað til lønarískoytisskipanina. Men nógv eru farin til arbeiðis aftur, og nú eru 3.575 fólk í skipanini.

Vanliga arbeiðsloysið kvinkar eisini uppeftir. Tað plagar annars at minka hesa tíðina. Nú eru 394 fólk arbeiðsleys.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045