SAS: Uppsagnir raka ikki Føroyar

SAS: Uppsagnir raka ikki Føroyar
Kunningarstjórin í SAS væntar, at flúgvingin til Føroyar verður tikin uppaftur, tá marknaðurin letur uppaftur
 
29.04.2020 - 14:40

Nógvu starvsfólkauppsagnirnar fara neyvan at raka føroyaflúgvingina hjá SAS. 5.000 fólk fingu í gjár uppsagnarboð, 1700 av teimum starvast í Danmark.

Kringvarpið hevur í dag verið í sambandi við Johan Eckhoss, kunningarstjóra hjá SAS. Hann sigur, at SAS er farið at kanna, hvørjar rutur eru fíggjarliga burðardyggar, men at tað er nátúrligt at, føroyaflúgvingin verður tikin uppaftur, tá marknaðurin letur upp.

Johan Eckhoss leggur aftrat, at tey vóna framvegis, at summarflúgvingin til Føroya í ár ikki verður nervað, men tað veldst um, hvussu verður við ferðaforboðnum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775