Tvær umsóknir til prestastarvið í Fuglafirði

Tvær umsóknir til prestastarvið í Fuglafirði
Kirkjuráðið og bispur taka støðu til umsóknirnar í næstu viku, ella um starvið skal lýsast leyst av nýggjum, tí so fáar umsóknir eru
Tvær umsóknir eru til starvið í Fuglafjarðar prestagjaldi
 
30.04.2020 - 15:52

Tvær umsóknir komu til starvið sum sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi. Tvær umsóknir er minni enn vanligt.

Men orsøkin kann verða, at fólkakirkjan fyri stuttum hevur sett prest í starv á Eiði, í Hoyvík, Vestmanna, Hvalvík og í Havn, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur.

Um eina viku fara kirkjuráðið og bispur taka støðu til umsóknirnar, ella um starvið skal lýsast leyst av nýggjum, tí so fáar umsóknir komu. Miðað verður eftir at seta starvið fyri summarfrítíðina.

Tríggjar kirkjusóknir

Í Fuglafjarðar prestagjaldi eru tríggjar kirkjusóknir: Elduvíkar kirkja, Leirvíkar kirkja og Fuglafjarðar kirkja. Tvey bønhús eru eisini í prestagjaldinum: Bønhúsið á Hellunum og Bønhúsið í Funningsfirði.

Afturat kirkjunum og bønhúsunum eru onnur tænastustøð, tað eru stovnar, ellis- og røktarheim og sambýli.

Bústaðarskylda er, og prestagarðurin er í Fuglafirði. Prestagarðin verður dagførdur, og hann verður neyvan tøkur sum bústaður fyrr enn 1. mai næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065