Korona merktist í el-nýtsluni

Korona merktist í el-nýtsluni
Tað merktist hjá SEV, at føroyska samfelagið varð ávirkað av korona í apríl
 
08.05.2020 - 11:02

Síðstu árini hevur vøksturin í el-nýtsluni ligið um 10 prosent í apríl, frá ári til ár, men soleiðis var ikki í apríl í ár, tá nýtslan bara vaks við 0,6 prosentum.

Minkaða virksemið í samfelagnum orsakað av koronatiltøkunum var at hóma í uppgerðini fyri mars, men er væl sjónligari í apríl, sigur SEV.

– Okkurt kundi týtt upp á, at vit byrjaðu eitt sindur seinni at arbeiða ella svóvu eitt sindur longri, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.

Hetta er tó ikki ein vísindalig staðfesting, men meira ein eygleiðing, sigur Heri Mortensen sambært heimasíðuni hjá SEV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576